Virðing framum stigma og tabu

Virðing framum stigma og tabu

Orðið stigma vísir til eitt merki, og stigmatisering er eitt stempul ella eitt merki vit geva øðrum, ið vit uppliva sum sosialt avvíkjandi. Tá vit siga, at ein persónur er sosialt avvíkjandi, siga vit óbeinleiðis, at viðkomandi ikki hevur sama virði sum onnur menniskju. Stigmatisering kann vera eitt slag av sosialari verju ímóti tí ella teimum vit ikki skilja, ikki kenna ella eru bangin fyri. Vit skilja teg ikki, og tískil verja vit okkum sjálvi við at siga, at tú ert sosialt avvíkjandi og ikki líkasum vit. Um tú harumframt ert einsamøll ella hoyrir til ein minnilutabólk, er tað enn lættari hjá okkum at kenna okkum sannførd um okkara søk: vit eru ok og tað ert tú IKKI, og so er stigmatiseringin ikki bara eitt merki longur, men allur sannleikin um teg.

Menniskju við sálarsjúku kenna seg til tíðir stigmatiseraði og hetta ósjónliga merki ella stigma, tú kanst kenna hava sitandi á tær sum sálarsjúkur, kann verða styrkt og staðfest av fólki, mynduleikum og samfelagi. Skjótt er tað, at sálarsjúkan kann gerast allur tín samleiki, og harútfrá gongur tín heimur.

Til tíðir kann tað kennast neyðugt fyri fólk við sálarsjúku at halda fast í einari sjálvsmynd sum sálarsjúk, tí um eg ikki eri tað, sum øll siga meg vera, hvat ella hvør eri eg so? Vitan og upplýsing er tí umráðandi, tá ið vit skulu skilja hvønn annan innan øki, vit slett ikki skilja ella, sum vit kanska enntá ræðast. Neiliga stigmatiseringin kann fasthalda bæði menniskju við sálarsjúku og avvarandi í einari einstáttaðari mynd av persóninum og familjuni, sum ikki ger tað lætt hjá nøkrum at liva sítt lív til fulnar. Í Føroyum kenna vit fyribrigdið, tá ið vit sjálvi siga ella vit hoyra onnur siga: ”Ja hatta er slagið” ella ”Soleiðis eru tey í hasari familjuni” ella ”typiskt tey”. Á henda hátt fáa vit sera einstáttaðar myndir av menniskjum við sálarsjúku og tað syrgiligasta av øllum er, at vit ofta ikki eru nóg forvitin eftir at finna útav um okkara mynd av hesum persóninum ella familjuni veruliga er soleiðis sum vit hugsa. Vit geva okkum tí ikki far um hetta menniskja, ella um familjan møguliga hevur onnur løg og dimensiónir enn tað vit hava lagt til merkis. Hon er eitt menniskja við sálarsjúku, men hon er EISINI ein elskað mamma, dóttir, kona, systir, vinkona, starvsfelagi, grannakona osfr. osfr.

1 út av 4 av okkum verða rakt av sálarsjúku ígjøgnum eitt lívsskeið. Summi verða harðari rakt enn onnur. Við øðrum orðum er tað meira vanligt at vera sálarsjúkur enn at bróta sær beinið, fáa ein diskusprolaps ella hava migrenu. Tá ið sálarsjúka og sálarórógv er so vanligt, mugu vit ansa eftir, at tað ikki gerst eitt tabu sum merkir: tað sum vit ikki tosa um ella eitt stað har vit ikki koma. Stigmatisering av sálarsjúkum hendir tá ið vit halda uppat at vera forvitin og áhugaði í veruliga at skilja hvat hetta er. Tabuisering hendir, tá ið vit gevast at tosa um tað ella tosa ov einstáttað um sálarsjúku. Okkara mál kann eisini kennast eitt sindur fátæksligt, og mín uppliving er, at vit ikki hava so greiðar sosialar spælireglur fyri, hvussu vit sum einstaklingar og samfelag tosa um tabu-evni sum sálarsjúka kann vera. Vit skulu jú eisini hittast í morgin og relatiónin skal helst halda til tað. At latast sum um, at snúgva sær og heldur tosa um veður og vind, er so nógvar ferðir lættari, enn at tosa um torførar og torskildar kenslur, tankar, atburð og sinnisstøður. Hugsa tær, um vit kundu tosa um mítt tunglyndi ella mína angist og at næsta evnið í samrøðuni kundi verið um eg ikki kann fáa hasa matuppskriftina ella vart tú til hondbóltsdyst í gjár ella er tað ikki bara strævi veður fyri tíðina? Ber hetta til uttan at tann sálarsjúki brotnar? Ja tað ber væl til.

Tá ið vit vóru børn, spurdu vit um tað var okkurt, vit ikki skiltu. Soleiðis er barnalyndið. Hví er grasið grønt, hví er luftin blá? Fari eg nakrantíð at doyggja mamma? Tá ið vit gerast vaksin er tað kanska ikki eins lætt at spyrja um atburð, verumáta og tilveru hjá okkara medmenniskjum sum eru ella liva øðrvísi enn vit. Eg hoyrdi einaferð um eitt lítið barn, ið spurdi mammu sína: “Hví er handan konan so undarlig”. ”Konan” var ein ein kvinna við spastiskum lammilsi, sum var vinkona hjá vinkonuni hjá mammuni. Hesar tríggjar stóðu og prátaðu á gøtuni uttanfyri ein handil, tá ið barnið spurdi. Eingin av teimum vaksnu segði nakað og støðan gjørdist tí rættuliga pínilig uttan at barnið skilti sín leiklut í hesum sosiala vasinum. Barnið fekk einki svar, mamman royndi við kropsmáli, nervøsum látri og einum ”hysj”, at fáa barnið at tiga, vinkonan tagdi og kvinnan við spastiska lammilsinum lat sum um hon ikki hoyrdi nakað sum helst. Hetta er eitt gott dømi um hvussu vit IKKI skulu handfara eina tílíka støðu. Spastisk lammilsi er ikki sálarsjúka, men dømi lá beint til høgrabeinið. Allir partar mugu orka at tosa um sálarsjúku og sálarórógv eins og hetta lítla barnið tordi at spyrja. Hetta minnir ikki sørt um søguna um nýggju klæðir keisarans. Børn tora at spyrja og vit vaksnu mugu royna at vera eins djørv og tey. Er tað so at vit ikki vita, hvat vit skulu svara, ja so mugu vit leita okkum vitan, tí virðingin fyri menniskjanum má koma framum stigma og tabu.

7. desembur skipar bituff fyri spennandi temakvøldi við heitinum At liva við sálarsjúku. Sálarlækni Tormóður Stóra fer at innleiða við fyrilestri, síðani fer Anna Nolsøe Joensen, at greiða frá hvussu tað er at liva við sálarsjúku, og Olga Maria undir Skarði fer at siga sína søgu um, hvussu tað er hava ein í familjuni við sálarsjúku. At enda verður skipað fyri einum panelið, har høvi verður at seta spurningar.

Atgongumerki kunnu keypast á www.loksholl.fo.