Vinnurák 7. februar við Rúna Rasmussen

Vinnurák 7. februar við Rúna Rasmussen

Hósdagin 7. februar verður Vinnurák hildið við Rúna Rasmussen. Evnið hesaferð er: Hvussu kunnu organisatiónir arbeiða við Heimsmálunum?.

Rúni fer at deila sína vitan og royndir innan hetta økið við okkum. Rúni Rasmussen er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni og er samskipari í arbeiðsbólki í landsstýrinum, sum arbeiðir við Heimsmálunum.

Rúni er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur fjølbroyttar leiðsluroyndir. Hann hevur m.a. verið nevndarformaður, frá 2010 til 2015, fyri Global Leadership Summit Føroyar, sum árliga savnar á leið 400 leiðarar til leiðslumennning og íblástur. Hann er eisini næstformaður í felagnum Føroysk Verkætlanarleiðsla (FVL) og hevur sjálvur Facebook-síðuna Leiðsla, har ymiskt viðkomandi leiðlslutilfar er tøkt.

Les meira um Vinnurákið HER!