VIZ FO 2019

Loading Tiltøk

VIZ FO 2019

EARLY BIRD PRÍSUR VIÐ TILMELDING ÁÐRENN 20. JUNI

MELDA TIL

Ynskir tú at gerast betur til at samskifta visuelt, so kom við á VIZ FO 2019 mikudagin 18. septembur í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Hetta er aðru ferð at VIZ FO verður hildið í Føroyum, og er hetta árligi íblástrar- og menningardagurin um persónligt visuelt samskifti. Í ár verður tiltakið skipað sum ein marknaður við ymsum verkstovum, har luttakararnir eru aktivir allan dagin.

Skapa áhuga og innliving við at tekna og lýsa tína hugsan, prosessir og verkætlanir visuelt. Øll kunnu læra at samskifta visuelt og greitt. Á hesum skapandi og praktiska degi, fært tú góð ráð, nýggjar førleikar og spennandi snildir.

Tey, ið undirvísa og skipa dagin
Hanne Moltke, New Stories
Maibritt Højgaard, bituff
Rannvá Troest, bituff
Turið Petursdóttur, bituff
Anette Sonne, dekoratørur og kreativur ráðgevi

Hvør kann luttaka?
VIZ FO 2019 er ætlaður øllum, sum eru áhugaði í visuellum samskifti, bæði teimum, ið longu brúka Grafiska Fasilitering og tykkum, ið ongantíð hava roynt tað fyrr. Ert tú leiðari, undirvísari ella starvsfólk, so kanst tú fáa nyttu av at styrkja tíni samskiftisevni. Tú verður ein betri miðlari, leiðari og starvsfelagi – og kanst brúka tíni samskiftisevni í nógvum sambondum.
Tað er ikki neyðugt at duga at tekna.

Tíð, stað og kostnaður
Mikudagin 18. septembur frá kl. 9-15 í Skálanum í Norðurlandahúsinum
Luttøkukostnaður: 3.795 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.

EARLY BIRD PRÍSUR Á 3.195 KR. VIÐ TILMELDING ÁÐRENN 20. juni!

MELDA TIL

September 18 2019

Details

Date: 18. September
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3795KR