Verkstova í Grafiskari Fasilitering

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Verkstova í Grafiskari Fasilitering

Verkstova í Grafiskari Fasilitering

Betri undirvísing, fundir og samstarv

Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. Er tað vanligt fyri teg at tekna kassar, rundingar, strikur og pinnamenn á whiteboards, talvur ella flip over, so er verkstovan í Grafiskari Fasilitering (GF) nakað fyri teg.

GF merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja. GF er kent um allan heim og verður brúkt bæði í KT-vinnuni, byggivinnuni, bankum, almennum stovnum, barnagørðum, skúlum, hægri útbúgvingar-stovnum osfr. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst.

Í hesi verkstovu lærir tú skjótt og lætt grundleggjandi grafiskar teknikkir, og eftirsum vit venja meginpartin av tíðini, kennir tú teg beinanvegin nóg tryggan at leypa útí tað og nýta GF í tínum arbeiði.

TAÐ ER ALS IKKI NEYÐUGT AT DUGA AT TEKNA FYRI AT LUTTAKA Í VERKSTOVUNI!

Kunning
Skeiðshaldari er Maibritt Højgaard, sálarfrøðingur og virkisráðgevi:

Kostnaður: Vit bjóða ein serligan introprís á 795 kr. v/mvg. (vanligur prísur er 1.295 kr. v/mvg). Prísurin er íroknaður kaffi og okkurt afturvið.

Tilmelding á info@bituff.com.

Verkstovan verður hildin í Gott í Saltangará mikudagin 26. oktobur frá 15.00 til 18.00.

October 26 2016

Details

Date: 26. October, 2016
Time: 15:00 - 18:00
Cost: 795DKK

Venue

Gott

Heiðavegur 83
Saltangará, 600 Faroe Islands

+ Google Map

Visit Venue Website