Verkætlanardagur 2019

Loading Tiltøk

Verkætlanardagur 2019

EARLY BIRD PRÍSUR Á 2.995 KR. VIÐ TILMELDING ÁÐRENN 15. SEPTEMBUR!

MELDA TIL

Verkætlanardagurin 2019 verður hildin hósdagin 7. novembur frá kl. 9.00 – 16.00 á Hotel Hafnia í Tórshavn.

Hetta er triðja árið á rað at skipað verður fyri einum heilum degi um verkætlanarleiðslu. Í 2017 var høvuðsevnið HVAT ER EIN GÓÐUR VERKÆTLANARLEIÐARI og í 2018 var evnið SMIDLIG VERKÆTLANARLEIÐSLA – hví, hvat og hvussu.

Hesaferð fer dagurin at snúgva seg um, hvussu tú sum verkætlanarleiðari stýrir eftir nyttu heldur enn bert at stýra eftir veitingum. At knýta rætt samband millum nyttu og veiting er krevjandi, og tað er uppgávan hjá eigara og verkætlanarleiðara.

Endamál
• at geva verkætlanarleiðarum og øðrum ið arbeiða við verkætlanum íblástur
• at menna og lyfta støðið og góðsku á verkætlanararbeiði
• at menna yrkið, soleiðis, at verkætlanir geva vinning og virði fyri rætta viðkomandi

Hvør kann luttaka
Á verkætlanardegnum gera vit ikki mun á fak- ella vinnuøki, men ynskja at menna verkætlanarleiðslu sum amboð, tilgongd, ástøði og yrkisleið. Verkætlanardagurin er ætlaður verkætlanarleiðarum hjá tí almenna og í vinnulívinum, umframt øllum teimum, ið hava áhuga fyri verkætlanarleiðslu ella eru tilknýtt eini verkætlan.

Vælkomin til Verkætlanardagin 7. novembur 2019, sum verður hildin í Parnass á Hotel Hafnia.

Kostnaður og tilmelding
Kostnaður 3.495 kr. íroknað MVG og ábit

EARLY BIRD PRÍSUR Á 2.995 KR. VIÐ TILMELDING ÁÐRENN 15. SEPTEMBUR!

MELDA TIL

November 07 2019

Details

Date: 7. November
Time: 09:00 - 16:00
Cost: 3.495KR

Venue

Hotel Hafnia

4-10 Áarvegur
Tórshavn, 100 Faroe Islands

+ Google Map

Phone:

313233

Visit Venue Website