Talgild tekning og undirvísing

Loading Tiltøk

Talgild tekning og undirvísing

Skeið í talgildari tekning og undirvísing verður hildið í døgunum 10. og 11. oktobur 2019.

Skapa áhuga og innliving við at tekna og lýsa tína hugsan, prosessir og verkætlanir visuelt. Øll kunnu læra at samskifta og undirvísa visuelt og greitt. Skeiðshaldari er danski Jesper Oehlenschläger, ið hevur drúgvar royndir innan visuella miðlan og samskifti.

Hvør kann luttaka?
Skeiðið er ætlað øllum, sum eru áhugaði í visuellum samskifti og undirvísing. Ert tú leiðari, undirvísari ella starvsfólk, so kanst tú fáa nyttu av at styrkja tíni samskiftisevni. Fyri at luttaka á skeiðnum, er neyðugt at hava grundførleikar í grafiskari fasilitering.

Tíð og kostnaður
Týsdagin og mikudagin 10. og 11. oktobur 2019 frá kl. 9-15 í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum.
Luttøkukostnaður: 6.495 kr. íroknað mvg, tilfar og ábit.
At hava við sjálvur: Ipad Pro og apple pen

Melda til við at skriva til info@bituff.com

October 10 2019

Details

Start: 10. October - 09:00
End: 11. October - 15:00
Cost: 6495KR