Spanskt II

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Spanskt II

Spanskt II er skeiðið er fyri teg, sum hevur eitt grundstøði í sponskum. Tú lærir at samskifta meira á sponskum og at brúka neyðugu mállæruna gjøgnum venjingar og málsligar uppgávur. Undirvísingin er ein blandingur av floksundirvísing og bólka- og pararbeiði.

Arbeiðsháttur
Vit arbeiða við:
• Orðavali
• Tilfari við upplýsingum um Spania og Latínamerika
• Grundleggjandi mállæru, t.d. at benda og brúka sagnorð í ymsum tíðum
• Venjingum, har tú lærir at brúka málið
• Fjølbroyttum uppgávum

Samskifti
Í tíðarskeiðnum verður ein bólkur gjørdur á Facebook, har til ber at samskifta við lærara og hinar luttakararnar um tilfar, ætlan og heimaarbeiði. Fyrireikingartíðin er umleið 2 tímar um vikuna.

Tíð og stað
Spanskt II verður hildið í Lamba Skúla mánadag frá kl. 17.00 til 19.00 (10 ferð)
Kostnaður er 3.495 kr.
Melda til við at skriva til info@bituff.com

Lestrarferð til Spania

Miðað verður ímóti at fara ein lestrartúr til Alicante í Spania í viku 11. Les meira niðanfyri.

Ætlanin er at fara eina lestrarferð til Alicante í Spania í viku 11, frá 7. – 14. mars. Vegleiðandi prísur er 9.000 kr. íroknað flogferð báðar vegir, gisting í gamla býarpartinum á einum Bed & Breakfast gistingarhúsi og undirvísing á sponskum málskúla. Gistingarhúsið liggur bert 3 minuttir frá skúlanúm, 5 minuttir frá strondini og miðbýnum. Frá hugnaligu takterassuni ber til at njóta morgunmat og fríløtur við útsýni yvir gamla býarpartin og við søguligu borgini Santa Barbara beint omanfyri. Íroknað eru eisini undirvísing hvønn morgun, mánadag til fríggjadag, á málskúlanum Viva la Lengua, sum liggur einans 3 minuttir til gongu frá gistingarhúsinum. Undirvísingin er bert fyri okkum, og møguleiki er at býta luttakararnar upp í tvey støði. Túrurin inniheldur sjálvandi eisini eina spennandi skrá yvir dagarnar, har vit, umframt at læra mál, fara uppliva ymiskt, sum spanska mentanin hevur at bjóða og sjálvandi eisini at njóta vársólina.

At luttaka á lestrarferðini er ongin treyt, men bert eitt tilboð, sum tit kunnu taka støðu til tá skeiðið byrjar. Tá vit vita hvussu nógv ynskja at koma við á túrin, er lættari at leggja til rættis.

Undirvísari

Rannvá TroestRannvá Troest er undirvísari á skeiðnum. Hon er útbúgvin í sponskum og enskum vinnumáli og hevur samanlagt búð 5 ár í Spania, har hon m.a. hevur lisið á universiteti í Zaragoza og arbeitt á spanska arbeiðsmarknaðinum. Trý av hesum árunum búði Rannvá saman við síni familju í Alicante, og í hesum tíðarskeiði vóru tey veruliga ein partur av spanska samfelagnum, har børnini gingu í sponskum skúla og høvdu spanskar vinir. Harumframt hevur hon undirvíst í sponskum á handilsskúla og tikið sær ymsum samskiftisuppgávum millum føroyskar og spanskar fyritøkur. Í nøkur ár arbeiddi Rannvá eisini á Alicante Cruise Terminal.
Les meira HER.

February 03 2020

Details

Date: 3. February
Time: 17:00 - 19:00
Cost: 3495KR

Venue

Lamba Skúli

Lamba, Faroe Islands

+ Google Map