Skeið í Prezi 2

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Skeið í Prezi 2

Lær at gera framløgur á netinum við Prezi

Í februar skipar bituff fyri grund- og víðkaðum skeiði í Prezi. Skeiðini verða hildin í Gott í Saltangará 7. og 8. februar 2017.

PREZI er eitt framløguamboð á netinum við serligum møguleikum at gera spennandi visuellar framløgur. Skeiðið er fyri teg, ið ynskir at læra at brúka eitt nýtt amboð sum alternativ ella ískoyti til PowerPoint.

Á skeiðnum arbeiðir tú alla tíð við at menna tínar egnu PREZI-framløgur.

Undirvísarar á skeiðnum eru Kasper Hein, sosiologur og ráðgevi innan mannagongdir, og Rannvá Troest, partnari í bituff.

PREZI krevur ongar serstakar KT royndir, men fyri at luttaka á PREZI 2 krevur, at tú hevur grundleggjandi vitan um PREZI ella hevur verið á PREZI 1.

Á PREZI 2 lærir tú at byggja eina PREZI upp frá botninum av. Eins og á PREZI 1 fara vit at gera egnar PREZI-framløgur og vit arbeiða við hvussu tú gert eina góða PREZI har myndir, skap og annað riggar til júst tín málbólk.

Tað er týdningarmikið at tú hevur tína egnu teldu við (helst ikki teldil). Tað eru eingi krøv til forrit osfr. 

Áðrenn skeiðið ert tú vælkomin at gera tær ein Prezi-profil. Helst ein ”Edu Enjoy” https://prezi.com/upgrade/edu/ ella bara ein ókeypis.

Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum:
7. februar Grundskeið 3.495 kr.
8. februar Víðkað skeið: 3.495 kr.
Luttekur tú báðar dagarnar, er kostnaðurin: 6.495 kr.
Prísurin er íroknaður mvg, morgunmat og lunch.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til info@bituff.com.

Til ber eisini at bíleggja skeið í Prezi eksklusivt til tína fyritøku.

February 08 2017

Details

Date: 8. February, 2017
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3.495DKK

Venue

Gott

Heiðavegur 83
Saltangará, 600 Faroe Islands

+ Google Map

Visit Venue Website