SCRUM agil verkætlanarleiðsla

Loading Tiltøk

SCRUM agil verkætlanarleiðsla

Hósdagin og fríggjadagin 2. og 3. apríl 2020 skipar bituff fyri einum 2-daga skeiðið í Scrum. Skeiðið verður hildið í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum frá kl. 9.00 til 15.00 báðar dagar.

Agil ella smidlig verkætlanarleiðsla er kend fyri at geva góða framgongd serliga í KT-verkætlanum, men onnur sum arbeiða við øðrum sløgum av verkætlanum kunnu eisini fáa gleði av smidligu tilgongdini. Í nógvum vinnum verður tosað alsamt meira um at arbeiða agilt. Hetta kemur partvís av tí at alt skal ganga so skjótt, krøv í verkætlanum økjast, menningin innan tøkni er stór og hetta viðførir at uppgávuloysnin gerst meira torgreidd ella kompleks.

Hvør kann luttaka
Scrum og agilitetur er ikki fyri allar verkætlanir og uppgávur, men ert tú forvitin eftir at frætta um hetta er nakað fyri teg og tær verkætlanir tú arbeiðir við, so ert tú vælkomin at melda til skeiðið.

Undirvísari
Undirvísari á skeiðnum er Maibritt Højgaard frá bituff og hon fer at greiða frá hvussu Scrum verður nýtt tá arbeitt verður í eini verkætlan. Maibritt Højgaard er útbúgving sálarfrøðingur, verkætlanarleiðari og er Scrum master og hevur í nógv ár lært og vant verkætlanarleiðarar úr almenna og privata gerianum í verkætlanarleiðslu.

Luttøkukosnaður og tilmelding
Kostnaður fyri 2 daga skeiðið er 6.495 kr. íroknað ábit og tilfar.
Melda til við at skriva til info@bituff.com

April 02 2020

Details

Start: 2. April, 2020 - 09:00
End: 3. April, 2020 - 15:00
Cost: 6495kr