Samrøður á arbeiðsplássinum – lær at lurta og spyrja

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Samrøður á arbeiðsplássinum – lær at lurta og spyrja

MELDA TIL

Mikudagin 18. septembur bjóðar bituff aftur til Vinnurák í Norðurlandahúsinum. Evnið á hesum Vinnurákinum verður: Samrøður á arbeiðsplássinum – lær at lurta og spyrja.

”Hvat er tađ týdningarmiklasta tú gjørdi til arbeiđis í gjár?”

Vit kunnu ikki avgera, hvat onnur skulu hugsa ella hvussu tey brúka sína tíđ. Men – ynskir man at stýra tonkunum hjá øđrum menniskjum, so set teimum ein spurning. Spurningar eru sterkar sakir. Mátin tú spyr ein spurning uppá, letur upp fyri eini verđ av møguleikum ella kann enda eina samrøđu alt fyri eitt. Mátin tú spyr uppá, kann fáa tín samrøđupartnara at kenna seg dugnaligan – ella umvent. Ein spurningur kann lata upp fyri tonkum, hugskotum og hjálpa einum víđari – ella umvent. Tađ sama er galdandi í mun til at lurta. Viđ at spyrja og lurta á ymiskan hátt, kanst tú stýra hvønn veg samrøðan skal flyta seg. Hetta letur samstundis upp fyri ymsum møguleikum.

Nær gloyma vit at spyrja? Jú, tá iđ vit halda, at vit longu vita hvat tađ snýr seg um.

Á arbeiđsplássinum tosa vit saman og skifta orđ um áskođanir meginpartin av tíđini. Kanska skulu vit gerast betri til at lurta og spyrja, tí so kunnu vit vera viđ til at styrkja álit og samskifti á arbeiđsplássinum.

Ert tú leiđari, starvsfólk, undirvísari ella skalt leggja tínar tankar og hugskot fram fyri onnur, so er hetta eitt vinnurák fyri teg.

Tað er Hanne V. Moltke sum leiðir vinnurákið, og hon fer at deila sína vitan og royndir innan hetta øki við okkum. Dagliga arbeiðir Hanne sum virkisráðgevi í Danmark við privatum og almennum kundum. Ofta er tað samskifti sum spælir ein avgerandi leiklut í teimum uppgávum hon loysir. Hanne er útbúgvin Cand.mag. og hevur m.a. skrivað bøkurnar Systemisk coaching og Social kapital, sum báðar hava verið millum mest seljandi fakbøkur í Danmark. Harumframt er Hanne kend sum ein stuttligur og fyrikomandi undirvísari, ið dugir sera væl at fáa prátið á glið.

Hanne lovar, at vinnurákið verður viðkomandi, praktiskt og at luttakaranir fara at læra einfaldar snildir, spurningar og lurtihættir sum betra um samskiftið á arbeiðsplássinum.

Um tú kundi hugsað tær íblástur og vitan um hetta evnið, so ver vælkomin til vinnurákið, sum verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum mikudagin 18. septembur 2019 frá kl. 13-16.

Luttøkukostnaður er 650 kr íroknað mvg.

MELDA TIL

September 18 2019

Details

Date: 18. September
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 650KR