Nudging

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Nudging

SUNNARI LÍV VIÐ NUDGING

Nudging er ein tilgongd til at broyta okkara atburð og orðið Nudging sæst javnan á netinum og í øðrum miðlum. Nudging kann umsetast til ”at fáa eitt eymligt skump”, og tað snýr seg um, hvussu vit kunnu gera tað lættari fyri okkum sjálvi at taka avgerðir um kost, rørslu og annan atburð. bituff bjóðar til temakvøld um, hvussu tú kanst taka Nudging við inn í heimi, í frítíðina, í bilin, inn á arbeiðsplássi og í handlarnar.

Temakvøldið fer serliga at snúgva seg um hvussu vit kunnu eta betri og sunnari. Nudging leiðreglurnar siga t.d., at vit hava lættari við at røra okkum, um vit longu eru í ítróttarklæðum, tí klæðini og skógvarnar nærum skumpa okkum avstað. Vit eta eisini minni góðgæti, um vit eta karamellur í pappíri, enn tá vit seta eina stóra skál við blandaðum bommum á borðið og koyra ein neva uppí munnin. Tað er eisini lættari at eta gularøtur, um tær standa flustar í einum ílati í eygnahædd í køliskápinum, enn um posin við gularótum liggur niðast og aftast í grønmetisskuffuni. Við øðrum orðum hava karmar og umstøður rundanum mat ótrúðliga nógv at siga. Tað vit síggja eta vit og er nógv til og maturin lætt atkomuligur eta vit meira. Tí eta vit nógv meira, tá ið vit fara til eitt sjálvtøkuborð. Har er nógvur matur, nógv sløg og um vit innstilla okkum til at royna eitt av hvørjum, so oveta vit.

Tú fer at hoyra um nudging leiðreglur og amboð, ið gera tað lættari at taka góðar og sunnar avgerðir um mat, rørslu og atburð bæði heima og á arbeiðsplássinum. Á temakvøldinum læra vit, hvussu vit kunnu menna okkara tilvitan og skapa góðar rammur fyri tí atburði, vit ynskja bæði hjá okkum sjálvum og hjá øðrum. Vit gleða okkum til at síggja tykkum.

Tað eru Lotte Juul Madsen og Stine Junge Albrechtsen, báðar kliniskir kostráðgevar úr Danmark, sum eru fyrilestrahaldarar á tiltakinum, sum verður hildið í trimum støðum í landinum. Í Gott í Saltangará mikukvøldið 5. apríl kl. 19.30-22.00, á Seglloftinum á Tvøroyri hóskvøldið 6. apríl kl. 19.30-22.00 og á Reinsarínum í Tórshavn fríggjadagin 7. apríl kl. 14.00-16.30.

April 06 2017

Details

Date: 6. April, 2017
Time: 19:30 - 22:00
Cost: 250KR

Venue