LESTRARFERÐ TIL SPANIA

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

LESTRARFERÐ TIL SPANIA

Luttakarar á skeiðunum í sponskum fáa nú møguleika at fara á lestrarferð til Alicante í Spania í viku 11, frá 29. – 5. apríl.

Vegleiðandi prísur er 9.000 kr. íroknað flogferð báðar vegir, gisting í gamla býarpartinum á einum Bed & Breakfast gistingarhúsi og undirvísing á sponskum málskúla.

Gistingarhúsið liggur bert 3 minuttir frá skúlanúm, 5 minuttir frá strondini og miðbýnum. Frá hugnaligu takterassuni ber til at njóta morgunmat og fríløtur við útsýni yvir gamla býarpartin og við søguligu borgini Santa Barbara beint omanfyri. Íroknað er eisini undirvísing hvønn morgun, mánadag til fríggjadag, á málskúlanum Viva la Lengua, sum liggur einans 3 minuttir til gongu frá gistingarhúsinum. Undirvísingin er bert fyri okkum, og møguleiki er at býta luttakararnar upp í tveir bólkar alt eftir støði. Túrurin inniheldur sjálvandi eisini eina spennandi skrá yvir dagarnar, har vit, umframt at læra mál, fara uppliva ymiskt, sum spanska mentanin hevur at bjóða og sjálvandi eisini at njóta vársólina.

Tá vit vita hvussu nógv ynskja at koma við á túrin, er lættari at leggja til rættis. Les meira um skeiðini í sponskum HER

Málskúlin, Viva la Lengua, liggur í hesum bygningi á Plaza de Ayuntamiento.

Myndin tikin úr vindeyganum á skúlanum yvir á býráðshúsið.

Myndir inn í skúlanum.

February 08 2020

Details

Date: 8. February
Time: 08:00 - 17:00