Hvussu kunnu organisatiónir arbeiða við Heimsmálunum?

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Hvussu kunnu organisatiónir arbeiða við Heimsmálunum?

Hósdagin 7. februar bjóðar bituff til Vinnurák, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið.

Hesaferð er fyrilestrahaldari Rúni Rasmussen, deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni. Rúni er samskipari í arbeiðsbólki í landsstýrinum, sum arbeiðir við Heimsmálunum. Á Vinnurákinum verður støði tikið í Heimsmálunum og Føroyum, hvørji burðardyggu Heimsmálini eru og hví tey hava týdning og hvussu fyristøkur og stovnar kunnu arbeiða við Heimsmálunum.

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evnið, so ver vælkomin til Vinnurák, sum verður hildið í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum hósdagin 7. februar 2019 kl. 13-16.

Luttøkukostnaður 395 kr. íroknað mvg.
MELDA TIL

Les meira um Rúna HER

Les meira um heimsmálini á hesum leinkjum:

Heimasíðan hjá landsstýrinum:
https://www.lms.fo/fo/arbeidsoki/stjornarsamskipan/heimsmalini-2030/

Týðingin hjá landsstýrinum av Heimsmálunum:https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/11864/heimsm%C3%A1l-faldari-jan-2019.pdf
Temasíðan hjá Nám:
https://snar.fo/heimsmal/

Heimasíðan hjá ST um Heimsmálini:
https://sustainabledevelopment.un.org/

https://www.tjodveldi.dk/heimsmlini/

February 07 2019

Details

Date: 7. February
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 395KR