Skeið í Prezi 1

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Skeið í Prezi 1

Lær at gera framløgur á netinum við Prezi

Í februar skipar bituff fyri grund- og víðkaðum skeiði í Prezi. Skeiðini verða hildin í Gott í Saltangará 7. og 8. februar 2017.

PREZI er eitt framløguamboð á netinum við serligum møguleikum at gera spennandi visuellar framløgur. Skeiðið er fyri teg, ið ynskir at læra at brúka eitt nýtt amboð sum alternativ ella ískoyti til PowerPoint.

Á skeiðnum arbeiðir tú alla tíð við at menna tínar egnu PREZI-framløgur.

Undirvísarar á skeiðnum eru Kasper Hein, sosiologur og ráðgevi innan mannagongdir, og Rannvá Troest, partnari í bituff.

PREZI 1 krevur ongar serstakar KT royndir.

Á PREZI 1 lærir tú grundleggjandi mannagongdirnar í PREZI og arbeiðir við at gera egnar PREZI-framløgur. Tað er ein fyrimunur at hava hugsað um eina framløgu tú ætlar at gera ella tak ein gamla powerpoint framløgu við, sum tú ynskir at seta upp í PREZI.

Tað er týdningarmikið at tú hevur tína egnu teldu við (helst ikki teldil). Tað eru eingi krøv til forrit osfr.

Áðrenn skeiðið ert tú vælkomin at gera tær ein Prezi-profil. Helst ein ”Edu Enjoy” https://prezi.com/upgrade/edu/ ella bara ein ókeypis.

Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum:
7. februar Grundskeið 3.495 kr.
8. februar Víðkað skeið: 3.495 kr.
Luttekur tú báðar dagarnar, er kostnaðurin: 6.495 kr.
Prísurin er íroknaður mvg, morgunmat og lunch.

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til info@bituff.com.

Til ber eisini at bíleggja skeið í Prezi eksklusivt til tína fyritøku.

February 07 2017

Details

Date: 7. February, 2017
Time: 09:00 - 15:00
Cost: 3.495DKK

Venue

Gott

Heiðavegur 83
Saltangará, 600 Faroe Islands

+ Google Map

Visit Venue Website