FRAMTÍÐARINNAR STARVSFÓLK

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

FRAMTÍÐARINNAR STARVSFÓLK

Fríggjadagin 15. mars bjóðar bituff til Vinnurák, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið – hesaferð um FRAMTÍĐARINNAR STARVSFÓLK.

Á vinnurákinum fer Eva Skeel Nolsøe, ið er marknaðar- og starvsfólkastjóri hjá Føroya Tele, at hugleiða um hvussu altjóða rák fara at ávirka framtíðarinnar arbeiðsmarknað. Eva hevur fleiri ára royndir innan starvsfólkaøki í ymsum vinnugreinum.

Í framtíðini fáa vit ein enn meira skiftandi og kompleksan arbeiðsmarknað enn í dag, og hetta fær ein avgerandi týdning fyri leiðslu og trivnað í organisatiónum og fyritøkum. Starvsfólkahópurin verður myndaður av einum ættarliði við fleiri eldri og færri yngri fólkum, og hendan øðrvísi starvsfólkasamansetingin á framtíðar arbeiðsmarknaði hevur við sær aðrar avbjóðingar og krøv til starvsfólkaleiðslu.

Eva fer at geva sítt boð uppá, hvussu leiðarar kunnu bera seg at fyri at fáa starvsfólk at trívast og hepnast undir nýggju umstøðunum og einum altjóða marknaði í støðugari broyting.

Um tú kundi hugsað tær meira íblástur og vitan um hetta evnið, so ver vælkomin á Vinnurákið, sum verður í Skálanum í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 15. mars 2019 kl. 13-16.

Luttøkukostnaður 395 kr. íroknað mvg.
MELDA TIL

March 15 2019

Details

Date: 15. March
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 395KR