Burðardygd – íblástur og amboð

Loading Tiltøk
  • This Tiltak has passed.

Burðardygd – íblástur og amboð

Hósdagin 12. desembur verður vinnurák aftur á skránni, hesaferð við evninum: BURÐARDYGD – ÍBLÁSTUR OG AMBOÐ.

Tað er Ana Elisenda Holden-Peters, sum starvast sum Group Sustainability Lead hjá Bakkafrost, ið leiðir Vinnurákið, sum verður hildið á enskum.

Er fyritøkan ella arbeiðsplássið tú starvast í júst byrjað at arbeida vid burdardygd, ella eru tit longu í gongd, so er hetta Vinnurák fyri teg/tykkum. Krøvini frá umheiminum gerast alsamt størri og tørvurin á broytingum og ymsum góðkenningum vaksandi. Kom og hoyr Ana Elisenda, sum hevur fleiri ára royndir innan arbeiði við burðardygd, bæði úr hennara heimlandi Onglandi og eisini úr Føroyum.

Á Vinnurákinum fer Ana m.a. at viðgera fylgjandi spurningar:

  • Hvat er týdningarmikið at hugsa um hjá eini føroyskari fyritøku í sambandi við burðardygd?
  • Er yvirhøvur neyðugt hjá føroyskum fyritøkum at hugsa um burðardygd?
  • Hvat fáa tær burturúr?
  • Hvar skulu tær byrja?
  • Hvørji krøv koma útifrá, sum kunnu ávirka teirra virksemi og sølu?

Oftast eru fólk ivasom tá tosað verður um burðardygd, tí tey halda, at hetta hevur einki við okkum at gera og hesum kunnu aðrar størri fyritøkur ella landið taka sær av. Um tú kundi hugsað tær íblástur og vitan um hetta evnið, so ver vælkomin í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum hósdagin 12. desembur 2020 frá kl. 13-16.

Luttøkukostnaður er 650 kr. íroknað mvg.
MELDA TIL


SUSTAINABILITY – INSPIRATION AND TOOLS

bituff invites you to a workshop series on current business trends on Thursday 12 December focusing on the topic Sustainability – inspiration and tools.

Ana Elisenda Holden-Peters, Group Sustainability Lead at Bakkafrost, is the presenter for the workshop and the language will be in English.

If you would like to learn more and gain inspiration on this theme, you are welcome to the Nordic House on Thursday 12 december at 13:00–16:00.

Participation fee DKK 650
ENROLE HERE

 

December 12 2019

Details

Date: 12. December, 2019
Time: 13:00 - 16:00
Cost: 650kr