Tíðindi

Nógv nýggj og spennandi vitan á Vinnuráki um Framtíðarinnar Starvsfólk

Seinasta fríggjadag 15. mars skipaði bituff fyri enn einum Vinnuráki í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Hesaferð var tað Eva Skeel Nolsø, starvsfólka- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sum leiddi tiltakið, ið hesaferð hevði yvirskipaða heitið Framtíðarinnar Starvsfólk. Eva tosaði út frá 3 temaum, starvsfólk, organisatión og leiðslu. Í heilar 3 tímar megnaði hon at fóðra teir […]

Heimsmálini áhugaverd fyri organisatiónir

Heimsmálini áhugaverd fyri organisatiónir. Norðurstova í Norðurlandahúsinum var í gjár karmur um eitt fullsett Vinnurák, ið snúði seg um hvussu organisatiónir kunnu arbeiða við heimsmálunum. Tađ var sera áhugavert at hoyra Rúna Rasmussen, deildarleiđara á Løgmansskrivstovuni, og Margrethu Jacobsen, fulltrúđa í UVMR, greiđa frá um heimsmálini og koma við dømum um hvussu organisatiónir bæði í […]

Eitt hent amboð

Vælumtókta skeiðið í Grafiskari Fasilitering (GF) varð hildið í dag við áhugaðum luttakarum úr ymsum vinnugreinum. Luttakararnir lærdu grundteknikkirnar í GF og fóru av skeiðnum við einum nýggjum amboði í skjáttuni. GF kann nevnliga brúkast alt fyri eitt á ymsan hátt í gerandisdegnum. Komandi skeið í GF verða hildin 26. apríl (GF I) og 27. […]

Vinnurák 7. februar við Rúna Rasmussen

Hósdagin 7. februar verður Vinnurák hildið við Rúna Rasmussen. Evnið hesaferð er: Hvussu kunnu organisatiónir arbeiða við Heimsmálunum?. Rúni fer at deila sína vitan og royndir innan hetta økið við okkum. Rúni Rasmussen er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni og er samskipari í arbeiðsbólki í landsstýrinum, sum arbeiðir við Heimsmálunum. Rúni er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur fjølbroyttar […]

Nýggjur íblástur á VIZ FO 2018

Í dag varð VIZ FO 2018 hildið í Norðurlandahúsinum. Dagurin var spekkaður við nýggjum hugskotum, teknikki og íblástri innan visuelt samskifti. Danin Jesper Oehlenschläger, ið hevur sera nógvar royndir innan grafiska fasilitering, var undirvísari á degnum. Luttakararnir komu frá ymsum vinnugreinum og teknaðu allan dag á tamb og fóru væl nøgdir heim við nýggjum lærdómi […]

Eg dugdi at tekna, áðrenn eg dugdi at grulva

Hetta sigur Jesper Oehlenschläger, sum er undirvísari á VIZ FO 2018, ið er ein spennandi íblástrardagur um grafiska fasilitering. Jesper leggur afturat, at hann tey seinastu 5 árini hevur upplivað, hvussu stóran týdning visualisering hevur sum undirvísingar- og samskiftisamboð í alskyns høpum. Hann er í dag eisini vælnøgdur við at kunna rópa seg sjálvan Flipover-Freak […]

Glað starvsfólk eru great business

Hetta segði Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, sum leiddi Vinnurákið hósdagin 11. oktobur í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Starvsfólk, sum ikki trívast eru hvørki loyal, engagerað ella produktiv. Tá starvsfólk trívast, verða tey meiri skapandi, tey gerast umboðsfólk fyri fyritøkuna, ávirka at onnur fáa hug at søkja arbeiði í fyritøkuni, tey verða verandi í longri tíð […]

Samleiki skal merkjast í búkinum

Hetta søgdu Ólavur og Camilla, sum leiddu Vinnurákið seinasta fríggjadag 8. juni í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Vinnurákið snúði seg hesaferð um samleika hjá fyritøkum og stovnum. Ólavur Jensen og Camilla Frederiksen, sum bæði eru serfrøðingar á økinum, tó innan hvør sítt umráði, suppleraðu serstakliga væl hvønn annan. Ólavur tók støði í virkisgrundarlagnum og innara og […]

Tú verður ongantíð liðugur at arbeiða við samleika


Hesi orðini eigur Ólavur Jensen, sum leiðir Vinnurákið komandi fríggjadag 8. juni í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum frá kl. 13-16. Umheimurin broytist alla tíðina og kappingarneytarnir við. Um tú ynskir at vera partur av ”gaminum”, mást tú fylgja við sum fyritøka/stovnur og støðugt arbeiða við tillagingum. Um tú stendur í stað og einki gert, dragnar tú […]

Hugsa teg um, og fyrireika teg væl!

“Before you can succeed, you must prepare” Hendan endurgeving hjá Abraham Lincoln var gjøgnumgangandi boðskapurin á Vinnurákinum fríggjadagin 25. mai í Norðurstovu, sum hesaferð snúði seg um starvsleið. Oda Ellingsgaard, sum leiddi Vinnurákið, legði stóran dent á, hvussu neyðugt tað er, at tú hugsar teg um, og fyrireikar teg væl, áðrenn tú søkir eitt starv. […]

Vinnurák: Hvør er mín starvsleið?

Hvat er ein starvsleið? Hvussu geri eg eina ætlan fyri mína starvsleið? Hvussu
 menni eg mína starvsleið? Hvat motiverar meg? Hvørjar eginleikar havi eg í
 posanum, sum eg kann arbeiða við? Verkstovan vendir sær til leiðarar, HR-fólk 
og einstaklingar sum ynskja at arbeiða skipað við hugtakinum starvsleið. Hugtakið starvsleið sipar ofta til 1) ung og […]

Kennir tú Vinnurák?

Hetta er ein seinnapartur, har tú bert skal hugsa um at fáa íblástur og hitta fólk. Vinnurák eru á breddanum við jøvnum millumbili og eru kunnandi fyrilestrar ella verkstovur, ið viðgera ymisk evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulív, stovnar og einstaklingar. Undanfarnu Vinnurák snúðu seg um: Mynstring og avmynstring í starvinum, Hvussu fyritøkur og stovnar […]

HR virðismett á altjóða arbeiðsmarknaðinum

Neyðugt er at brúka góðar tilgongdir og neyðugu tíðina í sambandi við útvegan av starvsfólki bæði í almennu og privatu vinnuni. Hetta varð staðfest av Odu Ellingsgaard, sum í dag deildi sína vitan og royndir á fyrsta Vinnurákinum hjá bituff í fullsettari Norðurstovu seinnapartin í dag. Oda Ellingsgaard arbeiðir sum Talent Adquisition Partner hjá stóru […]

Oda er klár til Vinnurák í morgin

Oda gleðir til til Vinnurákið í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum, sum verður í morgin kl. 13.00 – 16.00. Sí video HER

Myndir Verkætlanardagur 2018

Góð undirtøka frá fjølbroyttum vinnugreinum

Les meira um Verkætlanardagin HER

Innovatión við Jónu Olsen

Á Verkætlanardegnum 23. mars fer Jóna Olsen frá Føroya Tele at greiða frá sínum royndum við smidligari verkætlanarleiðslu, og hvussu nýggj háttaløg krevja venjing, tillaging og tol.

Mongun brestur ætlan

Aftur í ár skipar bituff fyri einari spennandi ráðstevnu fyri verkætlanarleiðarar og teimum, ið arbeiða við verkætlanum í fyritøkum og á stovnum. Dagurin er fyri allar verkætlanarleiðarar og teirra leiðarar. Evnið á Verkætlanardegnum í ár er agil verkætlanarleiðsla. Mitt í 80-unum kom smidlig ella agil verkætlanarleiðsla fram fyri fyrstu ferð á ein skipaðan hátt. Smidligi […]

Góð úrslit við Smidligari Verkætlanarleiðslu

Ágrýtnir luttakarar á skeiði í Grafiskari Fasilitering

Mándagin 26. februar var skeið í GF I og II hildið í hølum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn. Skeiðsluttakararnir, sum vóru úr ymsum vinnugreinum við ymiskari bakgrund, vóru sera arbeiðssamir og áhugaðir í at læra hetta spennandi amboð. Undirvísingin varð skipað í 2 hølum við byrjunarstigi í øðrum og fyri víðarikomin í hinum. GF kann sostatt […]

SCRUM – ein smidligur verkætlanarleistur

Henrik Schelde Andersen innleiðir Verkætlanardagin 2018

Skrá fyri dagin: LES MEIRA

Týskt í ferðavinnuni v/Turid Thomsen

Tað er royndi miðnámsskúlalærarin Turid Thomsen, sum undirvísir á skeiðunum, ið eru málrættað ferðavinnuni. Turid skrivar soleiðis um seg sjálva: Síðan eg sum ung var skiftisnæmingur í Týsklandi, hevur týska málið, mentanin og landið verið partur av mínum lívi. Eg eri útbúgvin cand. mag. við týskum sum høvuðsgrein og donskum sum hjágrein. Eg havi drúgvar […]

Eitt væleydnað temakvøld

Í gjárskvøldið 30. januar varð skipað fyri triðja temakvøldinum, har evnið pædofili varð viðgjørt. Hesaferð var evnið: Vit mugu tora at tosa um viðgerðina, prosessina og tey avvarandi. Turið Horn, námsfrøðingur og psykoterapeutur, helt fyrilesturin við heitinum: Mamma eg eri blivin misbrúkt…..av abba. Hon greiddi so væl frá, hvat hetta ger við familjuna og hvønn […]

Fyrilestur við Turið Horn

Á temakvøldinum, sum verður hildið í Skótahúsinum við Løkin í Runavík, týskvøldið 30. januar kl. 19.30- 22.00, fer Turið Horn at halda fyrilestur við heitinum: Mamma eg eri blivin misbrúkt …. av abba. – hvat ger tad við familjuna og hvønn tørv hevur man sum familja eftir avdúking av kynsligari misnýtslu. Turið Horn er 50 […]

Ein heilt serlig jólagáva

Nú ber til at keypa gávukort frá bituff. Keypið fer fram við at tú skrivar til okkum á info@bituff.com við fylgjandi upplýsingum: * Navn á persóni, ið skal hava gávukortið. * Upphædd * Títt navn, tlf. og bústaður Rokning fyri gávukortið verður síðan send tær við telduposti. Eftirfylgjandi verður gávukortið sent sum pdf. Hevur tú […]

Headhunting v/Odu Ellingsgaard

Í apríl mánaða kemur Oda Ellingsgaard til Føroya at hava fyrilestrar og verkstovur um útvegan av starvsfólki. Oda Ellingsgaard fer at deila sína vitan og nógvu royndir innan hetta økið við okkum. Oda hevur arbeitt á altjóða marknaðinum við útvegan av starvsfólki seinastu nógvu árini. Oda hevur m.a. arbeitt í 5 ár hjá KornFerry, sum […]

Vit mugu tora at tosa um skemmaran – upplýsandi og áhugavert temakvøld

Hóskvøldið 30. novembur varð skipað fyri tí næsta av trimum temakvøldum um Pædofili. Heitið á hesum kvøldinum var – Vit mugu tora at tosa um skemmaran. Kuno Sørensen frá Red Barnet helt ein sera áhugaverdan og læruríkan fyrilestur í tveimum pørtum. Aftaná var orðaskifti undir leiðslu av Maibritt Højgaard frá bituff. Í orðaskiftinum vóru Bjørt […]

Skrá temakvøld 30. novembur

Á temakvøldinum 30. novembur fáa vit vitjan av Kuno Sørensen frá Red Barnet í Danmark sum m.a. fer at halda fyrilestur um skemmaran og “grooming”, ið snýr seg um hvussu skemmarin ber seg at, fyri at vinna álitið hjá barninum. Evnið er sera viðkomandi júst nú #metoo og seksuellur ágangur móti bæði vaksnum og børnum […]

Anita Vinther Andresen við á temakvøldi 30. novembur

Anita Vinther Andresen, námsfrøðingur og pedagogiskur antropologur luttekur í orðaskiftinum á temakvøldinum um pædofili, Vit mugu tora at tosa um skemmaran, sum verður hildið í Skótahúsinum við Løkin hóskvøldið 30. novembur kl. 19.30 til 22.00. Anita er útbúgvin á DPU (Danmarks Pædagogisk Universitetsskole) á Aarhus Universiteti. Sum pedagogiskur antropologur hevur hon hevur arbeitt við at […]

Gvøðbjørg West greiðir frá virkseminum hjá KRIS

Á tí triðja og seinasta temakvøldinum um pædofili týskvøldið 30. januar 2018 fer Gvøðbjørg West, leiðari hjá KRIS, at tosa um viðgerð, prosess og tey avvarandi. Hon fer m.a. at tosa um, hvussu kynsligur ágangur ávirkar menningina hjá barninum, bæði kropsliga, sálarliga og kensluliga og um tey seinárin, sum kunnu koma, um tey ikki fáa […]

Bjørt Lind luttekur í orðaskiftinum

Sálarfrøðingur Bjørt Lind luttekur í orðaskiftinum á temakvøldinum um pædofili, Vit mugu tora at tosa um skemmaran, sum verður hildið í Skótahúsinum við Løkin í Runavík hóskvøldið 30. novembur kl. 19.30 til 22.00. Bjørt skrivaði serritgerð um pædofili og hevur millum annað starvsroyndir frá Center for Seksuelle Overgreb, Børne og ungdomspsykiatrisk klinik í Næstved. Eisini […]

Kuno Sørensen heldur fyrilestur

Hvussu sær ein pædofilur út? Vit eru sera glað fyri at danski sálarfrøðingurin Kuno Sørensen hevur sagt ja at koma og greiða frá hansara arbeiði við børnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi við serligum atliti til hansara vitan og royndir um skemmaran. Lurta vit eftir miðlum, og ofta okkum sjálvum eisini, kann tað tykjast […]

Fullteknað skeið í Sponskum

Fyrsta kvøldið av tíggju kvøldum í sponskum, varð hildið í gjárskvøldið í Lamba Skúla. 15 fólk í ymsum aldri hava meldað seg til, og er skeiðið sostatt fullteknað.

Sálarfrøðingur Erla Højsted heldur skeiðið – Nei til strongd!

Erla Højsted er autoriseraður sálarfrøðingur og hevur nomið sær servitan í fyribyrging og viðgerð av strongd, angist og tunglyndi umframt persónligari menning. Erla hevur royndir innan bæði tað almenna og privata. Seinastu árini hevur hon verið sjálvstøðug vinnurekandi og eigur og rekur sálafrøðistovuna MIND CPH, metakognitiv psykolog praksis, í Keypmannahavn. Skeiðið, Nei til strongd!, verður […]

Framúr gott skemt við Andreas Bo

Fólkið, ið hevði leitað sær niðan í Hoyvíkshøllina í gjárskvøldið upplivdu so púra vist skemt á høgum støði. Tað var ein sera stuttlig løta. Andreas Bo hevði eitt fantastiskt samband við áhoyrarnar og dugdi væl at flætta Føroyar og føroyska mentan uppí sína framførslu. Eftir tiltakið fingu øll høvi at tosa við Andreas Bo og […]

Eitt læruríkt og neyðugt tiltak

Hóskvøldið 19. oktobur varð skipað fyri tí fyrsta av trimum temakvøldum um Pædofili. Heitið á hesum kvøldinum var – Vit mugu tora at tosa um barnið. Tey sum myndaðu tiltakið vóru Oddbjørg Balle frá Barnahúsinum, Stanley Samuelsen, sangari og Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur. Øll trý høvdu sera áhugaverd innsløg, Oddbjørg og Maria hildu fyrilestrar og […]

Bonderøven savnaði nógv fólk

Nógv fólk savnaðust at lurta eftir fyrilestrinum hjá Bonderøven, Einfalda lívið, seinasta mánakvøld í Østrøm. Tað var sera spennandi og áhugavert at hoyra Frank Erichsen, Bonderøven, greiða frá, hvussu hann og familjan megna at halda fast sínar grundreglur í hesum tíðum hvar nógv av okkum liva eitt lív, har rákið er at vera við í […]

Hví ikki?

Í sambandi við at bituff bleiv 1 ár í septembur, var hendan grein í Vikublaðnum.

Sálarfrøðingur Maria Hanusson Joensen heldur fyrilestur

Á temakvøldi I um Pædofili – Vit mugu tora at tosa um barnið, fer Sálarfrøðingur Maria Hanusson Joensen at halda fyrilestur um sítt arbeiði við børnum, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi. Maria er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur starvast sum sálarfrøðingur hjá sosialu deild hjá Tórshavnar kommunu, og síðan 2015 hevur hon rikið viðgerðarstovuna […]

Oddbjørg Balle heldur fyrilestur

Oddbjørg Balle frá Barnahúsinum heldur fyrilestur. Oddbjørg Balle, sum er sálarfrøðingur og leiðari á Barnaverndarstovu Føroya, fer at halda fyrilestur á temakvøldi I um Pædofili – Vit mugu tora at tosa um barnið. Oddbjørg fer at greiða frá virkseminum í Barnahúsinum ið er er ætlað børnum undir 18 ár, sum hava verið fyri kynsligum ágangi […]

Nýggjársheilsan

Vit ynskja at takka fyri gott samstarv í brátt farna ári. Vit gleða okkum samstundis til nógvar góðar upplivingar í 2017.

NUDGING

Skrivað: Maibritt Højgaard Orðið nudge er elligamalt og merkir grundleggjandi at skumpa við alboganum ella eitt lítið skump. Hyggja vit eftir eldri týdningum, kann nudging eisini merkja, at man er eitt grenj ella eitt illkvendi. Í nýggjari tíð er nudging vorðið eitt vísindi fyri seg, ið byggir á sosiala sálarfrøði, atburðarbúskap og kognitiva sálarfrøði. Sprotin.fo […]

Umrøða av tiltakinum At liva við sálarsjúku

Rakul Svabo Róadóttir, bituff Mikukvøldið hin 7. desembur skipaði bituff fyri áhugaverdum tiltaki í Løkshøll í Runavík. Undir nærløgdum umstøðum varð ljós varpað á evnið ‘At liva við sálarsjúku’ og Tórmóður Stórá, leiðandi sálarlækni á Psykiatriska Deplinum, byrjaði kvøldið við innihaldsríkum og vekjandi fyrilestri. Við starvsroyndum innan økið í 30 ár, nýtti hann høvið at […]

Eitt sterkt kvøld

Í gjárskvøldið skipaði bituff fyri tiltaki í Løkshøll um at liva við sálarsjúku. Kvøldið var sera gott, við góðum framløgum og kjaki. Meira verður at frætta um innihaldið seinni. Mynd: Goya Artworks

Ikki bert eitt starv, men ein sak

Soleiðis lýsir Tórmóður Stórá sítt starv sum leiðandi sálarlækni á Psykiatriska Deplinum. Í 2010 fekk Tormóður harafturat heiðurin at rópa seg Ársins almenni leiðari á Leiðaradegnum, sum Synergi skipar fyri á hvørjum ári. Tað vóru starvsfólkini á Psykiatriska Deplinum, ið innstillaðu hann. Tormóður er kendur fyri at vera ein eldsál og íverksetari við sterkum visjónum […]

Virðing framum stigma og tabu

Orðið stigma vísir til eitt merki, og stigmatisering er eitt stempul ella eitt merki vit geva øðrum, ið vit uppliva sum sosialt avvíkjandi. Tá vit siga, at ein persónur er sosialt avvíkjandi, siga vit óbeinleiðis, at viðkomandi ikki hevur sama virði sum onnur menniskju. Stigmatisering kann vera eitt slag av sosialari verju ímóti tí ella […]

Vitan og forvitni skal til fyri at niðurbróta tabu.

Á temakvøldinum hjá bituff, sum verður í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur kl. 19.30, fer næstforkvinnan í Sinnisbata, Laura Apol, at luttaka í kjakpanelinum. Laura leggur dent á týdningin av, at vit eru fleiri sum eru við til at varpa ljós á sálarsjúku, og til at niðurbróta tabu, sum er rundanum hesa sjúku, sum er heilt […]

Mamma mín hevur sálarsjúku

Á temakvøldinum hjá bituff, sum verður í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur kl. 19.30, fer Olga Maria undir Skarði at siga sína søgu um hvussu tað er at hava eina mammu við sálarsjúku. Olga Maria er 31 ára gomul og er uppvaksin á Sandi. Eftir 8 ár í Keypmannahavn, flutti hon aftur til Sands í januar […]

Prezi er bæði fyri talgild innfødd og talgildar tilflytarar

Tey, ið luttóku á skeiðnum í Prezi í seinastu viku, lótu væl at amboðnum og teimum fjølbroyttu møguleikunum, ið fylgja við. Undirvísarin, Kasper Hein, greiddi frá at persónar, sum hava havt internet, fartelefonir osfr. síðan tey vóru fødd, verða kallaði talgild innfødd, og vit onnur verða rópt talgildir tilflytarar. Harumframt nevndi Kasper, at Prezi er […]

Eg eri væl ávegis!

Anna Nolsøe Joensen fer at siga sína søgu um hvussu tað er at liva við sálarsjúku á temakvøldinum í Løkshøll mikukvøldið 7. desembur kl. 19.30. Anna er 20 ára gomul og býr í Havn. Í 2015 flutti hon í ein bú- og viðgerðarstovn fyri ung, ið hava sálarsjúku. Hon livdi síni barnaár í Hoyvík og […]

Niðurteljing til skeiðini í Prezi

Mynd: Kasper Hein, undirvísari á skeiðnum. Nú er av álvara niðurteljing til Prezi-skeiðini mánadagin 21. og týsdagin 22. novembur. Bert fá pláss eru eftir. Vit gleða okkum til at bjóða øllum luttakarunum vælkomnum at læra at brúka eitt spennandi, fangandi og kveikjandi framløguamboð, sum ofta fær fólk at siga WAW, og viðhvørt fær tey at […]

Hvat er PREZI?

Maibritt Højgaard, partnari í bituff Kanska hevur tú rent teg inn framløguamboðið Prezi og kanska ikki. Orðið Prezi er ein ungarsk stytting av orðinum presentation. Prezi er er eitt online framløguamboð og varð ment í 2009. Við 7 árum á baki og uml. 75 milliónir brúkarum og 260 milliónum Prezi-framløgum kring heimin, slepst ikki undan […]

Temakvøldið um uppaling væleydnað

Rakul Svabo Róadóttir, bituff Hin 27. oktober var Løkshøll hugnaligu karmarnir um tiltakið hjá bituff um “Børn og uppaling”. Námsfrøðingurin Sunneva Mohr legði fyri við áhugaverdum fyrilestri um børn og uppaling, har hon m.a. tók støði í egnum royndum eins væl og nýggjastu gransking á økinum. Áðrenn fyrilesturin hevði Sunneva sett sær trý mál – […]

Fín verkstova í GF

Luttakararnir á verkstovuni í grafiskari fasilitering hugnaðu sær óført og teknaðu sum ongantíð áður. Eftir 3 tímar í fult sving, høvdu øll vunnið sær ein førleika í grafiskari fasilitering. Tiltakið var fullteknað við umleið 20 luttakarum, sum umboðaðu ymsar vinnugreinar. Gott í Saltangará var karmur um verkstovuna, og er tað eitt sera vælegnað høli við […]

bituff á marknaðin

Í oktobur letur bituff hurðarnar upp og trínur inn á føroyska marknaðin við sínum fyrstu tiltøkum. Talan verður m.a. um eitt áhugavert temakvøld í Løkshøll við heitinum børn og uppaling 2016. Í somu viku hevur bituff skeið í Grafiskar Fasilitering í Gott í Saltangará. Í novembur skipar Bituff fyri skeiði í Prezi, sum er eitt […]