Tænastur

Umvegis hesi trý kjarnuøki, bjóða vit fjølbroyttar tænastur, ið verða samansettar eftir ynski og tørvi. Vit arbeiða út frá hvørjari einstakari uppgávu og tørvinum hjá tí einstaka kundanum.

RÁÐGEVING

phone

bituff loysir fegin uppgávur fyri tína fyritøku ella stovn. Set teg í samband við okkum og vit meta um uppgávuna. Vit arbeiða millum annað við:

 

 

 

FYRISKIPAN

VD2

bituff skipar fyri ymsum tiltøkum, eisini eftir umbøn frá fyritøkum og stovnum.

MICE
Okkara høvuðsøki er Eysturoy. Vit sniðgeva spennandi pakkar eftir tørvi hjá kundanum og í samstarvi við MICE-toymið og veitarar í økinum.

  • Fundir
  • Upplivingar (avriksferðir)
  • Ráðstevnur
  • Tiltøk & framsýningar

Umframt at sniðgeva MICE-veitingina frá A-Z, so bjóðar bituff fasilitering av alskyns tilgongdum í sambandi við ráðstevnur, fundir, fyrilestrar og undirvísing. bituff strembar eftir at veita tænastur og upplivingar sum geva meining og gera mun.

VITAN & NETVERKAN
Eitt av okkara afturvendandi tiltøkum, er vælumtókta vinnurákið. Ein seinnapartur við íblástri, vitan og førleikamenning, sum eru málrættaður ymsum vinnu- og fakbólkum. Skriva til okkum um tú hevur eitt hugskot til evni  HER

VISUALISERING
Visualisering (grafisk skjalføring) er eitt rák, ið er komið fyri at vera. Vit koma út og tekna tað, tit menna og arbeiða við á ráðstevnum, starvsfólkadøgum og øðrum tiltøkum. Les meira HER

FØRLEIKAMENNING
bituff skipar javnan fyri ymsum førleikamennandi skeiðum m.a.:

  • Grafisk fasilitering – les meira HER
  • Málskeið
  • Leiðsluskeið
  • Scrum

FASILITERING

sussex-business-school-course-level-7-strategic-coaching-and-mentoring

bituff tekur sær av at sniðgeva og fasilitera:

  • Størri og smærri fundir
  • Verkstovur
  • Skeið
  • Ráðstevnur
  • Starvsfólkadagar
  • Alskins stórbólkaprosessir

Í okkara sniðgeving leggja vit stóran dent á fysiskar rammur, uppseting, innihald og fasilitering. Talið á persónum kann vera heilt úr 10 og upp í fleiri 100.

Vit leggja til rættis í tøttum samstarvi við kundan fyri at loysa fasiliterings-uppgávuna til fullnar.