NUDGING

NUDGING

Skrivað: Maibritt Højgaard

Orðið nudge er elligamalt og merkir grundleggjandi at skumpa við alboganum ella eitt lítið skump. Hyggja vit eftir eldri týdningum, kann nudging eisini merkja, at man er eitt grenj ella eitt illkvendi. Í nýggjari tíð er nudging vorðið eitt vísindi fyri seg, ið byggir á sosiala sálarfrøði, atburðarbúskap og kognitiva sálarfrøði. Sprotin.fo sigur, at nudging merkir at skumpa ella lirka. Nú eru orð ikki altíð bara orð, men kunnu gerast fyribrigdi ella hugtøk, ið kunnu fyllast við innihaldi, lívi, ástøði og meining. Tað er júst tað, ið er hent við orðinum Nudging í nýggjari tíð. Í 2008 skrivaðu Richard H. Thaler og Cass R. Sunstein eina slóðbrótandi bók, sum kallast Nudge – improving decisions about health, wealth and happiness. Bókin gjørdist stórseljari og er tað framvegis.

Rithøvundarnir tvíhalda um, at vit menniskju ikki duga serliga væl at taka góðar avgerðir í gerandisdegnum, og tí vilja teir fegnir hjálpa okkum. Nudging kann sigast at vera avgerðarsniðgeving, ið merkir, at til ber at sniðgeva okkara nær- og fjarumhvørvi, soleiðis at vit lættari kunnu taka góðar og rættar avgerðir, um vit bara hava møguleikan fyri tí. Bæði Thaler og Sunstein eru hugsjónarligir menn, sum líta á tað góða og ynskja menniskjanum tað besta. Teirra ástøði um nudging byggir á, at menniskju skulu ávirkast til at taka góðar og rættar avgerðir uttan at avgerðarrætturin verður tikin frá teimum. Tað skal also ikki pilkast við viljan hjá tí einstaka – vit skulu bara hava góð tilboð og vegleiðingar, soleiðis at vit gera tað góða og tað rætta. Innast inni, siga teir, ynskja vit at taka góðar avgerðir, men karmar, umstøður og okkara egna persónsmenska og sinnisstøða gera tað torført hjá okkum at fremja tað sum er gott og rætt fyri okkum og onnur. Vit vilja t.d. fegin koyra rusk í ruskílatið, tá vit eru úti, men tá eingin ruskspann er í nánd, er lættari at tveita ruskið frá okkum. Hetta hendir, sjálvt um vit síggja okkum sjálvi sum umhvørvistilvitaði og rættsint menniskju. Um einki er at koyra stubban í, tveita vit stubban. Liggja nógvir aðrir stubbar longu á gøtuni, ja so tveita vit eisini. Júst hetta, at menniskju eru floksdjór, siga nudgingfólkini eisini er áhugaverd vitan, tá ið nýggj atburðsskumpandi ella atburðslirkandi nudge skulu sniðgevast. Samanumtikið taka vit góðar avgerðir, um umstøðurnar bjóða okkum góðar møguleikar.

Tað er tí, sigur Sille Krukow, ið arbeiðir professionelt við nudging, at gøtutónleikarar hava smápengar liggjandi í guitarkassanum ella hattinum, í staðin fyri at byrja at spæla við tómum hatti. Vit, sum ganga framvið fáa eitt nudge, tvs. eitt varisligt skump til at koyra pening í hattin, tá vit síggja, at peningur longu liggur har. Enn sterkari er tað, um vit síggja fleiri onnur koyra pengar í, tí so er størri sannlíkindi fyri at vit gera tað sama. Vit menniskju eru nevnliga floksdjór og ávirka hvønn annan meira, enn vit ímynda okkum. Sille sigur eisini, at um gøtutónleikarar arbeiddu enn meira tilvitað við hesum, høvdu teir biðið vinfólk gingið framvið við stuttum millumbilum og kasta myntir í hattin; so hevði úrtøkan verið enn størri.

Eitt eftirhondini heimskent nudge er flugan, ið er klistrað niður í kummuna fyri at fáa dreingir og menn at sikta betri, tá teir eru á vesinum og pissa, so almennar vesikummur og baðirúm gerast reinari og meira nosslig at koma inn í. Flugan ger at mannfólk sikta betri og at landið við síðuna av vesikummuni minkar við heili 80% – so nudging riggar!

Eitt triðja kent nudge er, at ein mynd av eygum verður klistrað beint við síðuna av speglinum við hondvaskið, sum skal minna okkum á, at vit skulu vaska hendurnar, tá vit hava verið á vesinum. Vit ávirkast lætt av eygum, sum siga: ”eg síggi teg og tað tú ger”, og so taka vit lættari røttu avgerðina at vera reinfør og vaska hendur. Nú skal alt ikki snúgva seg um atburð á vesinum, men eitt fjórða nudge verður brúkt á Roskildefestivalinum á hvørjum árið.

Her hava fyriskipararnir ein stóran trupulleika við reinføri, eftirsum fólk drekka nógv og tískil eisini pissa allastaðni á festivalplássinum. Í Børsen havi eg lisið, at Roskildefyriskipararnir við hjálp frá Landbrug og Fødevarer royna at nudga festivalgestirnar til bert at pissa við ein vegg. Landbrug og Fødevarer savna síðan alt landið hjá festivalluttakarunum og brúkar tað til at taða jørðina, har tey dyrka humlu, sum komandi ár verður framleitt til øl. Hetta er nudging, upplýsing, hugburðsbroyting og burðardyggur ringbúskapur, tá ið hann er allarbestur.

Nudging finst ótrúliga nógva staðni og fylgir ofta hugsjónini hjá Thaler og Cass: at vit skulu hava tilboð um at taka rættar og góðar avgerðir um eitthvørt. Onnur dømi eg kann reksa upp eru:

– Skeltini av børnum í rættari menniskjastødd, ið verða sett upp á hvørjum árið, um tað mundi tá børn fara í forskúla ella 1. flokk. Hesi skulu minna børnini á, at tey eru nýggj í ferðsluni og okkum bilførarar at taka rættar avgerðir um at koyra loyvdu ferðina ella avmarka ferðina enn meira fyri at ansa eftir hesum smáu.

– Skrellispannir við stórum teksti, sum greiðir okkum frá, at vit skulu halda býin reinan.

– Ljóspílarnir í loftinum í IKEA vøruhúsum, sum leiðbeina okkum til bestu kundaupplivingina, meðan tað eisini er møguligt at gera ein ”avstikkara” frá rutuni, um vit ynskja tað.

Niðurstøðan er, at vit sera lætt kunnu ávirkast og hetta kunnu vit sjálvi gerast meira tilvitaði um – eisini um vit ynskja at broyta hugburð til mat, royking, venjing, sjúku, fartelefonvanar osfr.

Lítlir tallerkar og lítið bestikk ger, at heilin heldur, at hann hevur fingið ein rokaðan tallerk. Stórur tallerkur og stórt bestikk ger, at heilin heldur seg fáa ov lítið við tí úrsliti, at vit fáa okkum uppá einaferð afturat og tískil eta ov nógv. Dimma skrivaði í byrjanini av desembur 2016, at føroysk børn eru vorðin ov feit. Nudging kann vera ein framferðarháttur til at handla skilvíst í sambandi við tílíkar avbjóðingar í samfelagnum. So í staðin fyri at børn og vit onnur skulu klænka okkum, kunnu vit sum samfelag gerast meira tilvitaði um, hvørji val vit geva borgarunum í almenna rúminum og heima við hús. Liggur mars-barrin beint við kassan, hóast eg havi valt mær eina salat til ábit, tá eg eri til arbeiðis, er tað mótsigandi hóast kantinan kanska metir seg vera sunna og heilsugóða. Tað skal vera torført at finna mars-barrina siga nudging-serfrøðingarnir, men her kemur so handilsvinnan og marknaðarbúskapur eisini inn í myndina. Handlarnir vilja hava okkum at keypa nógv, so teir nýta eisini nudging, tó fyrst og fremst við teirra vinningi fyri eygað. Tað er við øðrum orðum sterkar kreftir, sum eru uppá spæl, tá vit fara út at keypa okkum ein mjólkapakka, tí handilsvinnan kennir alt til at sniðgeva handilin soleiðis, at vit taka avgerðir sum gagna handlinum. At betra um marknaðarføring er ikki endamálið við nudging sum Thaler og Sunstein hugsa tað, men øll skulu vit liva og yvirliva.

Nudging er sostatt ikki bara nakað, sum vit síggja jaligt og neiligt í almenna rúminum. Vit kunnu eisini nudga okkara skáp, køliskáp ja enntá bilin, skrivaraborðið, skúlan, kantinuna og arbeiðsplássið. Vit kunnu spyrja okkum sjálvi, um vit hava innrættað okkum soleiðis, at vit koma at eta tað, sum er gott og rætt fyri okkum, ella um vit leggja fót fyri okkum sjálvi og gera tað ómøguligt at taka rættar avgerðir, tí vit kanska lata tey skeivu tingini standa frammi og í eygnahædd, Hvussu vit nudga okkara lív og lívstíl fara klinisku kostráðgevararnir Lotte Juhl Madsen og Stine Junge Albrechtsen at greiða enn meira frá, tá tær vitja bituff í Runavík mitt í januar 2017 og halda fyrilestur um nudging og mat í Løkshøll.

Les meira um tiltakið her.

Comments

Leave a comment