Nógv nýggj og spennandi vitan á Vinnuráki um Framtíðarinnar Starvsfólk

Nógv nýggj og spennandi vitan á Vinnuráki um Framtíðarinnar Starvsfólk

Seinasta fríggjadag 15. mars skipaði bituff fyri enn einum Vinnuráki í Skálanum í Norðurlandahúsinum.

Hesaferð var tað Eva Skeel Nolsø, starvsfólka- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sum leiddi tiltakið, ið hesaferð hevði yvirskipaða heitið Framtíðarinnar Starvsfólk. Eva tosaði út frá 3 temaum, starvsfólk, organisatión og leiðslu. Í heilar 3 tímar megnaði hon at fóðra teir sera áhugaðu áhoyrarnar við nýggjari vitan og gransking á økinum. Hennara drúgvu royndir innan starvsfólkaøkið lá sum ein tryggur grundarsteinur undir øllum fyrilestrinum og varð evnið sera væl viðgjørt og framborið. Eitt serstakliga áhugavert Vinnurák.

Komandi Vinnurák verða hildin ávikavist týsdagin 30. apríl við heitinum STUTT OG GREITT UM SCRUM og hósdagin 9. mai við heitinum HVUSSU KANN FJØLBROYTNI SKAPA VIRÐI? – avbjóðingin í 2020: Gev útlendskari arbeiðsmegi ein møguleika.

Les meira HER