Prezi er bæði fyri talgild innfødd og talgildar tilflytarar

Prezi er bæði fyri talgild innfødd og talgildar tilflytarar

Tey, ið luttóku á skeiðnum í Prezi í seinastu viku, lótu væl at amboðnum og teimum fjølbroyttu møguleikunum, ið fylgja við.

Undirvísarin, Kasper Hein, greiddi frá at persónar, sum hava havt internet, fartelefonir osfr. síðan tey vóru fødd, verða kallaði talgild innfødd, og vit onnur verða rópt talgildir tilflytarar.

Harumframt nevndi Kasper, at Prezi er serstakliga vælegnað at miðla til talgild innfødd. Á skeiðnum luttóku fólk í øllum aldri og úr ymiskum vinnugreinum.

Skeiðið fevndi yvir tveir dagar. Til bar at luttaka báðar dagarnar ella bert ein av døgunum, alt eftir ynski og støði. Á skeiðnum fyrra dagin, varð undirvíst í Prezi heilt frá grundini av. Undirvísingin varð skipað sera dynamiskt. Øll høvdu sína egnu teldu við og arbeiddu við egnum framløgum, sum relateraðu til tað bakgrund ymisku luttakararnir komu frá. Skift varð ímillum teori og praksis við jøvnum millumbilum. Tá skeiðið var liðugt, høvdu allir luttararnir framleitt sína egnu Prezi, sum var klár at taka í brúk.

Á víðkaða skeiðnum seinna dagin, fór Kasper Hein meiri í smálutir við teimum møguleikunum Prezi bjóðar. Endamálið var at geva luttakarunum góð ráð og enn fleiri førleikar og amboð til at menna sínar verandi Prezi-framløgur. Luttakarnir arbeiddu sera áhugaðir allan dagin og fingu roynt seg innan nýggj øki í Prezi-høpi.

Skeiðini vóru hildin í Gott í Saltangará, sum er eitt sera væleydnað skeiðshøli. Vit fara í næstum at leggja tíðir út á heimasíðuna fyri komandi skeið í Prezi.

p5

p

p4

dsc_2554

Comments

Leave a comment