Kuno Sørensen heldur fyrilestur

Kuno Sørensen heldur fyrilestur

Hvussu sær ein pædofilur út?

Vit eru sera glað fyri at danski sálarfrøðingurin Kuno Sørensen hevur sagt ja at koma og greiða frá hansara arbeiði við børnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi við serligum atliti til hansara vitan og royndir um skemmaran.

Lurta vit eftir miðlum, og ofta okkum sjálvum eisini, kann tað tykjast sum um vit ynskja at eyðmerkja skemmarar sum ein serligan bólk av óndum menniskjum –” tey pædofilu” – sum vit mugu taka frástøðu frá. Veruleikin er, at fólk, ið fremja kynsligan ágang móti børnum, eru ein blandaður skari – oftast eru tað menn – og úr øllum sosialum bólkum, við ymsum familjuviðurskiftum og útbúgvingum. Flestu skemmarar kenna sítt offur frammanundan og ofta er tætt samband og stórt álit teirra millum. Hvat eggjar skemmaranum til kynsligan ágang móti børnum og hvønn framferðarhátt brúkar hann?

Kuno Sørensen er autoriseraður sálarfrøðingur við víðari útbúgving innan psykoterapi. Hann hevur arbeitt innan barnapsykiatri, ráðgeving og viðgerð av útsettum børnum og familjum. Síðan 2001 hevur hann arbeitt í Red Barnet við serligum atliti til kynsligan ágang móti børnum.

Kuno Sørensen fer at halda fyrilestur á temakvøldi II um Pædofili. Temakvøldið verður hildið hóskvøldið 30. novembur kl. 19.30 til 22.00 í Skótahúsinum við Løkin í Runavík. Tað ber væl til at luttaka á temakvøldinum, hóast tú ikki hevur verið við til tað fyrsta temakvøldið.

Les meira um innihald og atgongumerkjasølu HER.