Hvat er PREZI?

Hvat er PREZI?

Maibritt Højgaard, partnari í bituff

Kanska hevur tú rent teg inn framløguamboðið Prezi og kanska ikki. Orðið Prezi er ein ungarsk stytting av orðinum presentation. Prezi er er eitt online framløguamboð og varð ment í 2009. Við 7 árum á baki og uml. 75 milliónir brúkarum og 260 milliónum Prezi-framløgum kring heimin, slepst ikki undan at fyrihalda seg til framløguamboðið Prezi. Stóribeggin Power Point frá Office-pakkanum, og sum flest øll, ið gera framløgur kenna, kom fram í 1990 og er nú 26 ára gamal. Prezi er komin innum skúlagátt og á fleiri skúlum og hægri læristovnum kunnu skúlaungdómar velja, um tey vilja leggja fram við Prezi ella Power Point.

Tá ið okkurt nýtt kemur, er tað ofta so, at tað nýggja skal samanberast við tað gamla, sum vit kenna frammanundan og so er eisini við Prezi og Power Point. Meðan power point slides kunnu vísast sum perlur á einum bandi, kann Prezi samanberast við eitt landakort, har tú zoomar inn og út frá kortinum. Zoom-funktiónin er tað heilt serliga við Prezi, og við henni fær tú lættliga eyga á stóru myndina og smálutirnar við einum ”klikki”. Hetta er ikki eins lætt við Power Point, har tú bara kanst bakka ella koyra fram í tínum slides. Zoom-funktiónin kann vera sera hent, tá ið ein arbeiðsgongd, ein søga, ein verkætlan ella ein boðskapur skal miðlast. Hinvegin er vandin við zoom-funktiónini, at fólk gerast púra í ørviti og fáa sjóverk av tínari framløgu, tí at tað sjónliga sirkusið gongur ov skjótt fyri seg, ella tú brúkar zoom-funktiónina ov nógv ella óheppi. Til tað er at siga, at við øllum nýggjum amboðum fylgja barnasjúkur, sum tú skal ígjøgnum áðrenn tú hevur lært hvørja ávirkan ymsu funktiónirnar hava á áhoyraran og áskoðaran. Kanska var tú ein av teimum, sum í tínari tíð brúkti animatiónir og ljóð í tínari Power Point, har kassarnir bóltaðu inn í tína framløgu og hóast bremsiljóðini tú hevði lagt inn vóru ómetaliga stuttlig fyrstu og aðru ferð tey komu, var tað ikki líka stuttligt eftir 35 slides. Venjing og royndir eru tískil eisini ein partur av at gerast góður Power Point og Prezi-brúkari. Tað sum er upplyftandi við Prezi er at:

· Tú kanst brúka Prezi beinanvegin og tað er ókeypis

· Tú kanst altíð gera eina Prezi, um tú er online og ert við eina teldu

· Tú kanst velja spennandi skapilónir ella gera tína egnu Prezi frá grundini av

· Tú kanst seta myndir, grafar o.a. inn og greiða frá smálutum við zoom-funktión

· Tú kanst seta filmsklipp frá t.d youtube og vísa uttan at fara út úr tínari framløgu

Visuelt kann ein Prezi-framløga gerast ein sonn frøði og ein lærurík uppliving, tá ið tú leggur fram, men umvent kann tað visuella eisini flyta fokus burtur frá evninum. So persónurin aftanfyri framløguna vil framvegis altíð vera alfa og omega og vánaligt innihald kann hvørki bjargast av einari Prezi ella av einari Power Point. Alt hetta og mangt afturat, kanst tú læra meira um á Prezi-skeiðum, sum vit halda í bituff.

Næsta Prezi skeið verður í Gott í Saltangará mánadagin og týsdagin 21. og 22. novembur 2016. Talan er um grundskeið mánadag og víðkað skeið týsdag. Til ber eisini at luttaka bert annan dagin. Les meira um Prezi-skeiðini her: www.bituff.com

Comments

Leave a comment