Gvøðbjørg West greiðir frá virkseminum hjá KRIS

Gvøðbjørg West greiðir frá virkseminum hjá KRIS

Á tí triðja og seinasta temakvøldinum um pædofili týskvøldið 30. januar 2018 fer Gvøðbjørg West, leiðari hjá KRIS, at tosa um viðgerð, prosess og tey avvarandi. Hon fer m.a. at tosa um, hvussu kynsligur ágangur ávirkar menningina hjá barninum, bæði kropsliga, sálarliga og kensluliga og um tey seinárin, sum kunnu koma, um tey ikki fáa viðgerð fyri tað trauma, tey hava verið úti fyri.

Gvøðbjørg fer at greiða frá virkseminum hjá KRIS, ið er er ætlað vaksnum yvir 18 ár, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.

KRIS er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, hvørs endamál er at geva tí misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang.

KRIS veitir ráðgeving og vegleiðing til tey menniskju, sum leita sær hjálp. KRIS samstarvar við privatar og almennar stovnar kring landið – m.a. við at geva skeið og undirvísing innan evnið kynsligur ágangur.
Gvøðbjørg West hevur drúgvar royndir í arbeiðnum við vaksnum yvir 18 ár, sum hava verið fyri kynsligum ágangi og hevur hon, síðan KRIS byrjaði sítt virksemi í 2000 verið leiðari og hevur samstundis starvast sum terapeutur innan økið.

Gvøðbjørg leggur dent á týdningin av, at vit eru fleiri, sum eru við til at varpa ljós á kynsligan ágang, og til at niðurbróta tabu, sum er rundanum kynsligan ágang, sum tíverri kemur alt ov ofta fyri í okkara samfelag
Arbeiðið hjá KRIS fevnir um alt landið.

Les meira um tað triðja og seinasta temakvøldið um Pædofili – Vit mugu tora at tosa um viðgerðina, prosessina og tey avvarandi HER.