Fasilitering

Betri undirvísing, fundir og samstarv

Grafisk Fasilitering (GF) merkir heilt einfalt, at tú teknar ímyndir og skap, so tín boðskapur gerst lættari hjá áhoyrarunum at skilja. GF er kent um allan heim og verður brúkt bæði í KT-vinnuni, byggivinnuni, bankum, almennum stovnum, barnagørðum, skúlum, hægri útbúgvingar-stovnum osfr. Besta grundgeving fyri at nýta GF í arbeiðshøpi er, at menniskjaheilin betri skilir myndir enn tekst.

Í arbeiðslívinum krevst ofta, at vit duga at lýsa hugskot, tankar og uppgávur á ein sjónligan hátt. Er tað vanligt fyri teg at tekna kassar, rundingar, strikur og pinnamenn á whiteboards, talvur ella flip over, so er GF nakað fyri teg.

Vit bjóða:

Skeið í Grafiskari Fasilitering I
Skeið í Grafiskari Fasilitering II
Grafiska Skjalføring
Grafiska Fasilitering til Starvsfólkadagar
VIZ FO
Talgild tekning
Til ber eisini at bíleggja skeiðini beinleiðis til tykkara fyritøku/stovn.