Vit mugu tora at tosa um skemmaran – upplýsandi og áhugavert temakvøld

Vit mugu tora at tosa um skemmaran – upplýsandi og áhugavert temakvøld

Hóskvøldið 30. novembur varð skipað fyri tí næsta av trimum temakvøldum um Pædofili. Heitið á hesum kvøldinum var – Vit mugu tora at tosa um skemmaran.

Kuno Sørensen frá Red Barnet helt ein sera áhugaverdan og læruríkan fyrilestur í tveimum pørtum. Aftaná var orðaskifti undir leiðslu av Maibritt Højgaard frá bituff. Í orðaskiftinum vóru Bjørt Lind, sálarfrøðingur, Anita Vinther Andresen, pædagogiskur antropologur, og Kuno Sørensen.

Áhugin fyri øllum 3 temakvøldunum er stórur og tað er gleðiligt, tí soleiðis kunnu tiltøkini og hervið meira uppslýsing vónandi eisini vera við til at virka sum fyribyrging av pædofili.

Temakvøld III – Vit mugu tora at tosa um viðgerðina, prosessina og tey avvarandi – verður hildið 30. januar 2018. Les meira HER