Tíðindi

Grafisk skjalføring á starvsfólkadegi

Hin 10. mai skjalførdu vit ein starvsfólkadag við grafiskari fasilitering. Grafisk Skjalføring er ein sjónbar endurgeving av t.d. einum starvsfólkadegi, fundi, framløgu, tiltaki ella ráðstevnu. Hesaferð teknaðu vit eina 7 metur langa tekning út frá skrá, innihaldi og niðurstøðum á einum starvsfólkadegi. Teknað varð í sama rúmi, sum áhoyrararnir og fyrilestrarnir vóru í, og at […]

Nógv nýggj og spennandi vitan á Vinnuráki um Framtíðarinnar Starvsfólk

Seinasta fríggjadag 15. mars skipaði bituff fyri enn einum Vinnuráki í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Hesaferð var tað Eva Skeel Nolsø, starvsfólka- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, sum leiddi tiltakið, ið hesaferð hevði yvirskipaða heitið Framtíðarinnar Starvsfólk. Eva tosaði út frá 3 temaum, starvsfólk, organisatión og leiðslu. Í heilar 3 tímar megnaði hon at fóðra teir […]

Heimsmálini áhugaverd fyri organisatiónir

Heimsmálini áhugaverd fyri organisatiónir. Norðurstova í Norðurlandahúsinum var í gjár karmur um eitt fullsett Vinnurák, ið snúði seg um hvussu organisatiónir kunnu arbeiða við heimsmálunum. Tađ var sera áhugavert at hoyra Rúna Rasmussen, deildarleiđara á Løgmansskrivstovuni, og Margrethu Jacobsen, fulltrúđa í UVMR, greiđa frá um heimsmálini og koma við dømum um hvussu organisatiónir bæði í […]

Eitt hent amboð

Vælumtókta skeiðið í Grafiskari Fasilitering (GF) varð hildið í dag við áhugaðum luttakarum úr ymsum vinnugreinum. Luttakararnir lærdu grundteknikkirnar í GF og fóru av skeiðnum við einum nýggjum amboði í skjáttuni. GF kann nevnliga brúkast alt fyri eitt á ymsan hátt í gerandisdegnum. Komandi skeið í GF verða hildin 26. apríl (GF I) og 27. […]

Vinnurák 7. februar við Rúna Rasmussen

Hósdagin 7. februar verður Vinnurák hildið við Rúna Rasmussen. Evnið hesaferð er: Hvussu kunnu organisatiónir arbeiða við Heimsmálunum?. Rúni fer at deila sína vitan og royndir innan hetta økið við okkum. Rúni Rasmussen er deildarstjóri á Løgmansskrivstovuni og er samskipari í arbeiðsbólki í landsstýrinum, sum arbeiðir við Heimsmálunum. Rúni er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og hevur fjølbroyttar […]

Nýggjur íblástur á VIZ FO 2018

Í dag varð VIZ FO 2018 hildið í Norðurlandahúsinum. Dagurin var spekkaður við nýggjum hugskotum, teknikki og íblástri innan visuelt samskifti. Danin Jesper Oehlenschläger, ið hevur sera nógvar royndir innan grafiska fasilitering, var undirvísari á degnum. Luttakararnir komu frá ymsum vinnugreinum og teknaðu allan dag á tamb og fóru væl nøgdir heim við nýggjum lærdómi […]

Eg dugdi at tekna, áðrenn eg dugdi at grulva

Hetta sigur Jesper Oehlenschläger, sum er undirvísari á VIZ FO 2018, ið er ein spennandi íblástrardagur um grafiska fasilitering. Jesper leggur afturat, at hann tey seinastu 5 árini hevur upplivað, hvussu stóran týdning visualisering hevur sum undirvísingar- og samskiftisamboð í alskyns høpum. Hann er í dag eisini vælnøgdur við at kunna rópa seg sjálvan Flipover-Freak […]

Glað starvsfólk eru great business

Hetta segði Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðari hjá SEV, sum leiddi Vinnurákið hósdagin 11. oktobur í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Starvsfólk, sum ikki trívast eru hvørki loyal, engagerað ella produktiv. Tá starvsfólk trívast, verða tey meiri skapandi, tey gerast umboðsfólk fyri fyritøkuna, ávirka at onnur fáa hug at søkja arbeiði í fyritøkuni, tey verða verandi í longri tíð […]

Samleiki skal merkjast í búkinum

Hetta søgdu Ólavur og Camilla, sum leiddu Vinnurákið seinasta fríggjadag 8. juni í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum. Vinnurákið snúði seg hesaferð um samleika hjá fyritøkum og stovnum. Ólavur Jensen og Camilla Frederiksen, sum bæði eru serfrøðingar á økinum, tó innan hvør sítt umráði, suppleraðu serstakliga væl hvønn annan. Ólavur tók støði í virkisgrundarlagnum og innara og […]

Tú verður ongantíð liðugur at arbeiða við samleika


Hesi orðini eigur Ólavur Jensen, sum leiðir Vinnurákið komandi fríggjadag 8. juni í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum frá kl. 13-16. Umheimurin broytist alla tíðina og kappingarneytarnir við. Um tú ynskir at vera partur av ”gaminum”, mást tú fylgja við sum fyritøka/stovnur og støðugt arbeiða við tillagingum. Um tú stendur í stað og einki gert, dragnar tú […]