Bonderøven savnaði nógv fólk

Bonderøven savnaði nógv fólk

Nógv fólk savnaðust at lurta eftir fyrilestrinum hjá Bonderøven, Einfalda lívið, seinasta mánakvøld í Østrøm.

Tað var sera spennandi og áhugavert at hoyra Frank Erichsen, Bonderøven, greiða frá, hvussu hann og familjan megna at halda fast sínar grundreglur í hesum tíðum hvar nógv av okkum liva eitt lív, har rákið er at vera við í øllum, hava stór hús og materiel ting.

Áhoyrarar um Bonderøven:

Laura Apol
“Hansara livimáti er hugtakandi, einfalt men onkusvegna er tað eisini eitt torført lív at liva”.

Heðin Hanusson
“Sera sjálvsamt og hugtakandi lív. Vónandi kann man taka okkurt til sín”

Kristine Tjemsland
“Hann livur dreymarnar, vit onnur hava”

Guðrið Holm & Nelly Debes Christiansen
“Hann heldur fast í vitan og gomlum handverki”