Anita Vinther Andresen við á temakvøldi 30. novembur

Anita Vinther Andresen við á temakvøldi 30. novembur

Anita Vinther Andresen, námsfrøðingur og pedagogiskur antropologur luttekur í orðaskiftinum á temakvøldinum um pædofili, Vit mugu tora at tosa um skemmaran, sum verður hildið í Skótahúsinum við Løkin hóskvøldið 30. novembur kl. 19.30 til 22.00.

Anita er útbúgvin á DPU (Danmarks Pædagogisk Universitetsskole) á Aarhus Universiteti. Sum pedagogiskur antropologur hevur hon hevur arbeitt við at greina mentanarlig og sosial viðurskifti út frá einum námsfrøðiligum sjónarmiði, og í sambandi við sína serritgerð hevur Anita arbeitt við evnum sum barnauppaling, famililívi, fólkaferðing (migratión), stættum og uppruna.

Í dag arbeiðir Anita sum námsfrøðingur í vøggustovu, og hon hevur eisini í eitt tíðarskeið arbeitt við útsettum børnum á eini bráðviðgerardeild og við børnum, sum hava samskiftis-avbjóðingar.

Les meira um temakvøldið HER.