Headhunting v/Odu Ellingsgaard

Headhunting v/Odu Ellingsgaard

Í apríl mánaða kemur Oda Ellingsgaard til Føroya at hava fyrilestrar og verkstovur um útvegan av starvsfólki.

Oda Ellingsgaard fer at deila sína vitan og nógvu royndir innan hetta økið við okkum. Oda hevur arbeitt á altjóða marknaðinum við útvegan av starvsfólki seinastu nógvu árini.

Oda hevur m.a. arbeitt í 5 ár hjá KornFerry, sum er heimsins størsta “headhunting” fyritøka. Fyrst í London, síðan Zurich og at enda í Danmark. Hjá KornFerry hevði hon fleiri av heimsins størstu heilivágsfyritøkum sum kunda, og hevur hon hjálpt teimum við at finna teirra leiðarar.

Í dag er Oda búsitandi í Danmark og arbeiðir hjá stóru fyritøkuni Novo Nordisk, á deildini Senior Leadership Search. Deildin arbeiðir fyri tað mesta við at finna fyrisitingarstjórar og uppeftir.

Kom hoyr og lær av Odu Ellingsgaard fríggjadagin 20. apríl, har evnið verður HVUSSU FINNUR TÚ RØTTU FÓLKINI OG VARÐVEITIR TEY? og fríggjadagin 25. mai við evninum HVUSSU FINNI EG MÍNA STARVSLEIÐ?

Les meira um tiltøkini HER!